Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley
Onnur tíðindi

Hundraðtals migrantar og flóttafólk liva í løtuni undir sera truplum umstøðum í sponsku enklavuni Ceuta í Norðurafrika. Fleiri teirra komu hagar úr Marokko eftir áheitanum á sosialum miðlum, har følsk boð søgdu, at markið til spanskt øki og harvið Evropa var opið.

Sambært DR hava nógv teirra verið flóttafólk í fleiri ár. Tey koma millum annað úr londum, sum eru merkt av kríggi og forfylging og kunnu tí ikki uttan víðari sendast heim aftur. Samstundis vilja hvørki Spania ella Marokko taka ábyrgd av teimum, og tí eru tey endað í einum juridiskum tómrúmi.

– Fleiri siga, at tey heldur vilja doyggja enn verða send aftur til heimlandið, sigur DR-journalisturin Selin Türker úr Ceuta.

Støðan hevur verið kaotisk í fleiri vikur. Migrantar sova á gøtum og strondum, og tað er trot á bæði mati, vatni og skýli. Lokalir hjálparfelagsskapir finnast at myndugleikunum fyri ikki at gera nóg mikið.

Samstundis verða nýggjar áheitanir deildar á sosialum miðlum um at royna at koma inn í Ceuta. Spanskir myndugleikar hava tí styrkt trygdina við hermonnum fyri at forða fyri einum nýggjum stórum streymi av migrantum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #