Tímin.fo: Føroyameistara- og juniormeistarastevna 2026 í Havn (50m). Komið og stuðlið okkara bestu svimjarum á leiðini ímóti Oyggjaleikum næsta ár.
Einaferð um árið savnast bestu svimjararnir í landinum á Føroyameistarastevnu. Øll tann harða venjingin og allir tímarnir eru fyrireiking til hetta. Stevnan er altíð ein serlig løta í føroyskari svimjing, men í ár er tað kanska enn meira serligt, tí nógvir av okkara svimjarum seta kós ímóti at kvalifisera seg til Oyggjaleikir sum vera í hylinum í Havn í 2027. Komið og stuðlið okkara svimjarum!
1. partur: Fríggjamorgun frá kl 09:30 - JM umframt FM innleiðandi riðlar
2. partur: Fríggjakvøld frá kl 17:00 - FM finalur
3. partur: Leygarmorgun frá kl 09:30 - JM umframt FM innleiðandi riðlar
4. partur: Leygarkvøld frá kl 17:00 - FM finalur
5. partur: Sunnudagsmorgun frá kl 08:30 - JM umframt FM innleiðandi riðlar
6. partur: Sunnudagskvøld frá kl 14:00 - FM finalur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



