Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Politikkur

Almanna- og Bústaðamálaráðið: Tá ST-ráðstevnan Conference of States Parties to the Convention on the Rights of Persons with Disabilities (COSP) verður hildin í New York 9.–11. juni, eru Føroyar við fyri fyrstu ferð.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, fer saman við einari føroyskari sendinevnd at luttaka á ráðstevnuni, sum er størsta altjóða samkoman um rættindini hjá fólki, ið bera brek.

Í føroysku sendinevndini eru eisini umboð fyri MEGD og Brekumboðið. Tað gevur Føroyum møguleika at luttaka við bæði politiskum, fakligum og borgara sjónarmiðum í altjóða orðaskiftinum um brekrættindi.

- Hetta er ein góður møguleiki hjá Føroyum at deila okkara royndir, læra av øðrum londum og vera við í altjóða samrøðum um, hvussu vit betur tryggja javnbjóðis rættindi og luttøku fyri fólk, ið bera brek, sigur Margit Stórá.

Á hvørjum ári skipar ST fyri COSP, har lond, sum hava tikið undir við Breksáttmálanum (CRPD), hittast saman við áhugafeløgum, stovnum og øðrum viðkomandi pørtum. Endamálið er at fylgja arbeiðinum við at fremja rættindini hjá fólki, ið bera brek, og at deila vitan, royndir og góðar loysnir.

Evnið á COSP hesaferð er ”At hátíðarhalda framstig, styrkja tey úrslit, sum eru nádd, og mynda næsta stigið í arbeiðinum við at fremja brekrættindi í einum heimi í broyting”

Sum leiðari fyri føroysku og donsku sendinevndina fer landsstýriskvinnan at halda røðu í høvuðssalinum hjá ST og luttaka í fleiri fundum og orðaskiftum um brekrættindi, luttøku og inklusjón. Eisini verður hon vertur fyri einum norðurlendskum tiltaki undir heitinum ”Tá umboðan ger mun: At skapa betri møguleikar fyri virknum borgaraskapi hjá ungum, ið bera brek.” Tiltakið setir sjóneykuna á, hvussu ung við breki kunnu fáa sterkari rødd og størri ávirkan í samfelagnum.

COSP verður hildin í høvuðssætinum hjá ST í New York í døgunum 9.–11. juni 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #