FIRUM: Góð data eru neyðug, tá avgerðir skulu takast og tá granskingarverkætlanir skulu skipast. Føroysk lúsadata hava eina góða góðsku og eru álítandi.
Líka síðani tær fyrstu lúsateljingar byrjaðu í 2009 hevur Firum havt hesa uppgávu. Tað byrjaði við, at framsíggin starvsfólk á Fiskaaling, sum var navnið á Firum fram til 2024, fóru undir at telja lús á alilaksi og skipa hetta sum eina tænastu til alivinnuna. Í 2016 bleiv tað staðfest í lúsakunngerðini, at tað er Firum sum skal telja tær lógarkravdu lúsateljingarnar.
Á Firum taka vit hesa uppgávu í størsta álvara og leggja nógv fyri at fáa góð og álítandi tøl.
Leinkja til tíðindastubban á heimasíðuni: Føroysk lúsadata í heimsflokki
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



