Pengar skapa ikki framgongd og eydnu. Frælsið at forvinna pening ger
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Pengar skapa ikki framgongd og eydnu. Frælsið at forvinna pening ger
- Nelson Mandela
Vinna

Vinnuhúsið: Eftir aðalfundin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag mánadagin 15. juni varð skipað fyri tiltaki um vinnuligar møguleikar í Grønlandi.

Tiltakið varð skipað sum samrøður við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, Turið F. Arge, forstjóra í Føroya Banka, og Kristian Stórhamar, eigara og verkætlanarleiðara hjá KSMS ApS.

Tey greiddu frá sínum royndum við Grønlandi, hvussu tey meta møguleikarnar á grønlendska marknaðinum, og hvørjar niðurstøður tey tóku við sær frá ráðstevnuni Future Greenland, sum varð hildin í Nuuk síðst í mai.

Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri Grønlandi er stórur. Vinnuhúsið skipar 29. september til 2. oktober fyri handilsferð til Grønlands, og higartil hava 100 fólk úr meira enn 50 føroyskum fyritøkum meldað seg til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #