Birkbloggur: - Trúgva tit uppá gand, spyr Gunnvá, sum eftir at øll hava sett seg, er komin inn um hurðina í Brúgvafjósinum mitt í Skúvoyarbygd, vegg um vegg við toftirnar av húsunum, sum hennara alter ego, Sára Málena, búði í, og sum henda sama dag, trettanda juni í 1903, andaðist á sjúkrahúsi í Havn, 71 ára gomul.
Skúlavenda missiónin í leikinum verður eksemplariskt loftað við nútíðar ungdóms lingo og máliskum sum six-seven, so øll flenna. Gunnvá transformerar Sáru Malenu til nútíðina og ger hennara einsligu, fátæksligu og útsettu støðu í samfelagnum opinbera og greiða.
Í dag vildu vit kalla hana - og sett hana í hagfrøðisliga teigin - ekstreman fátækraváða, sum fleiri børn í dag vaksa upp í.
Les meira her: Kvinnan, sum dugdi gand - heilt til okkara dagar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



