RD Group: Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal til HM 2027 í Týsklandi, og nú fáa føroyskir hondbóltsfjepparar møguleika at uppliva allar tríggjar dystirnar í grundspælinum. Eventz hevur tryggjað sær 100 pláss og atgongumerki til dystirnar í Magdeburg.
Ferðin verður frá 14. til 19. januar 2027 og fevnir um beinleiðis flogferð við Atlantic Airways millum Føroyar og Hannover, bussflutning til og úr Magdeburg, fimm nætur á fýra stjørnaða Maritim Hotel Magdeburg og atgongumerki í CAT 3 til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í grundspælinum.
Endamálið er at savna føroysku áskoðararnar í einum felags fjepparaøki, so føroyskir litir, sangur og góður stemningur aftur kunnu seta sín dám á eina altjóða hondbóltskapping. Føroysku fjeppararnir hava vakt ans við sínum stóra og sjónliga stuðli til landsliðið, og í Magdeburg verður aftur høvi at gerast partur av føroyska fjepparahavinum.
Magdeburg – søga, mentan og hondbóltur
Magdeburg liggur við ánna Elbe og er høvuðsstaður í týska landslutinum Sachsen-Anhalt. Býurin sameinir søgu, spennandi byggilist og grønar upplivingar fram við ánni. Millum kendastu eyðkennini eru hin meira enn 800 ára gamla Magdeburg-dómkirkjan og hin litríka Grøna borgin, sum er teknað av listamanninum og arkitektinum Friedensreich Hundertwasser.Við hugnaligum býarlívi, matstovum, handlum og grønum økjum gevur Magdeburg føroysku ferðafólkunum møguleika at sameina HM-hondbólt við góðar upplivingar í býnum. Talan verður sostatt ikki bert um tríggjar spennandi landsdystir, men um ein fullfíggjaðan fjeppara- og býartúr.
Dystirnir í grundspælinum verða spældir:
- 14. januar 2027
- 15. januar 2027
- 16. januar 2027
Hetta er við í ferðapakkanum:
- Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways: Føroyar–Hannover–Føroyar
- Bussflutningur: Hannover–Magdeburg–Hannover
- Fimm nætur á Maritim Hotel Magdeburg****
- Morgunmatur
- Atgongumerki í CAT 3 til allar tríggjar dystirnar í grundspælinum
- Føroyskt fjepparaøki, har føroyingar sita saman og stuðla landsliðnum
- Ferðaavgjøld
- Ókeypis atgongd til svimjihylin á hotellinum
Prísur og gjaldstreytir
Prísurin er úr 11.500kr. fyri hvønn í dupultkamari.Bert 100 pláss – 50 kømur
Bert 100 pláss, svarandi til 50 kømur, eru tøk til ferðina.
Áhugin fyri føroyska landsliðnum er størri enn nakrantíð, og tí ræður um at tryggja sær pláss í góðari tíð.Kom við til Týsklands, uppliv HM og stuðla føroyska landsliðnum í Magdeburg. Saman kunnu vit aftur skapa eitt føroyskt hondbóltsævintýr, fylt við sangi, samanhaldi og ógloymandi løtum.
Nærri kunning og bílegging á www.eventz.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



