Føroyar eru ikki nevndar í avtaluni, sum nú verður undirskrivað um framtíðina hjá Grønlandi.
Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, er í dag farin til USA at skriva undir avtaluna við amerikanska forsetan, Donald Trump og formannin fyri grønlendska landsstýrið, Jens-Fredrik Nielsen. Onki hevur verið at frætt um sjálvt innihaldið í avtaluni.
Men Bárður Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur við VP, at Føroyar eru ikki nevndar í avtaluni.
- So hevði eg vita tað, sigur hann, og leggur afturat, at føroyska umsitingin á ongan hátt er partur av tí sum nú verður staðfest í nýggju avtaluni ímillum Grønland, Danmark og USA, og tí er heldur ongin úr Føroyum hjástaddur, tá avtalan verður undirskrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



