Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Politikkur

Spyrt tú meg, eru tað serliga fýra økir, ið kundu bøtt munandi um støðuna í fólkaskúlanum:

- Landsroyndirnar skulu avtakast
- Vit eiga at leggja størri dent á kreativu og skapandi lærugreinarnar
- Vit eiga at styrkja um tvílæraraskipanina
- Og vit eiga at raðfesta leiklutin hjá skúlavegleiðarum

Sum skilst á nógvum lærarum, ið eg havi hitt seinastu árini, fer ómetaliga nógv tíð og orka við at fyrireika næmingar heilt niður í 4. flokk til landsroyndir. Dýrabar tíð, ið heldur átti at verið brúkt til undirvísing og trivnað. Royndin skal avgreiðast uppá tíð og tey, ið ikki eru nóg skjót, koma út aftur hinumegin og føla, at tey ikki duga. Næmingarnir gerast nervøsir og strongdir, og skúlagleðin hvørvur. Vit kunnu heilt einfalt ikki leggja so stórt trýst á børn. Tí eiga vit at avtaka landsroyndirnar og lata uppgávuna at eftirmeta næmingarnar aftur í hendurnar á læraranum. Lærarin veit best, hvat hvør næmingur dugir.

Vit munnu øll vita, at tað skapandi og kreativa ger okkurt gott við okkum. Tað útloysir dopamin og gevur okkum sálarró. Tá eg gekk í Eysturskúlanum, høvdu vit bæði smíð, handarbeiði, evning, køk og tónleik. Hóast mær dámdi væl bæði at lesa, skriva og rokna, var tað fantastiskt at fáa ein steðg frá hesum og kasta seg yvir okkurt kreativt fyri síðani at venda aftur til bøkurnar. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvat tað er í skúlanum, sum verður mett at vera vitan og kunnleiki? Tað er alt annað enn tað kreativa og skapandi. Tað vil siga at tey, ið eru lesiveik o.a., hava ikki ein livandi kjans, tí tú metir bara ein lítlan part av menniskjanum. Tí er tað so ómetaliga umráðandi, at vit raðfesta tað kreativa og skapandi og harvið geva øllum ein kjans at vera við.

At enda: Tvílæraraskipanin eigur at verða styrkt og raðfest, tí orka skal vera til at seta inn, har skúlaflokkar stríðast í felagsskapinum. Somuleiðis eigur skúlavegleiðingin at verða raðfest, so at næmingarnir betri kunnu síggja sínar styrkir, eginleikar og møguleikar, sum kann ávirka næmingarnar positivt.

Alt hetta, tí at fólkaskúlin er tann týdningarmesti stovnurin í samfelagnum. Hann er ikki bara eitt stað, har børn okkara læra at lesa, skriva og rokna – hann er grundarlagið fyri persónligum, sosialum og demokratiskum dannilsi. Her møta næmingarnir menniskjum av ymiskum uppruna, við ymiskum holdningum, frá ymiskum lívsstøðum og sosialum korum, ið styrkir teirra evnir til at samstarva og skilja onnur. Sostatt er skúlin við til at menna sosialar førleikar so sum virðing, tolsemi og ábyrgd – førleikar, ið eru alneyðugir hjá okkum øllum at hava og sum styrkja kensluna av felagsskapi. Tí er tað so sera umráðandi, at vit øll eru góð við fólkaskúlan og hjúkla um hann.

Edith Dahl Jakobsen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #