Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will
Tiltøk

Innsent: Forvitnislig og altjóða konsert við Tórshavnar Manskóri & LianMeng AusChina Senior Choir úr Melbourne verður í Hátúni 13. august kl 19.00. Konsertin er ókeypis.

LianMeng kórið, ið er blandað kór, kemur til Føroya júst eftir at hava luttikið á altjóða kórstevnuni World Choir Games í Helsingborg. Í kappingini (opni flokkur) hevur kórið staðið seg væl og vunnið silvurheiðursløn.

LianMeng kórið verður stjórnað av Emily Xiao Wang.

Á konsertini framføra kórini eina fjølbroytta skrá - kórini syngja hvør sær, men eisini fara kórini syngja saman. Eisini verður solosangur og ljóðførisinnslag á konsertini. Sungið verður á kinesiskum, føroyskum og enskum.

Tórshavnar Manskór, eitt av virknastu kórum í Føroyum, hátíðarheldur 40 ár í ár, síðan Bjarni Restorff og Kári av Reynu stovnaðu kórið í 1986.

Jón Festirstein er kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #