Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Tiltøk

Fosturforeldrafelagið: Hvussu fáa vit best hugsandi umstøður fyri fosturforeldur og tey børn, sum eru til fosturs ella umlætting?

Í samband við at Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett gongd á arbeiði at endurskoða fosturforeldraskipanina, bjóðar Fosturforeldrafelagið øllum núverandi og fyrrverandi fosturforeldrum á tiltak, sum verður kring landið.

Hevur tú ella hevur tú havt børn til fosturs ella umlætting, so ert tú hjartaliga vælkomin. 

Vit byrja í Miðvági, síðan eru vit á Tvøroyri, Klaksvík, Saltangará og enda í Tórshavn.

HÓSKVØLDIÐ 28. MAJ KL. 19.30 Í MIÐVÁGI - SVABOSVEGUR 24
MÁNAKVØLDIÐ 1. JUNI KL. 19.30 Á TVØROYRI - TJALDURSVEGUR 13
MÁNAKVØLDIÐ 8. JUNI KL. 19.30 Í KLAKSVÍK - NÝGGIVEGUR 8
MIKUKVØLDIÐ 10. JUNI KL. 19.30 Í SALTANGARÁ - TÚNAGØTA 1
HÓSKVØLDIÐ 11. JUNI KL. 19.30 Í TÓRSHAVN - OVARA TVØRGØTA 1

Lítlar og ongar broytingar eru gjørdar í fosturforeldraskipanini seinastu 20 árini. Tí er tað átrokandi neyðugt, at øll skipanin verður eftirhugd. 

Tær broytingar, sum verða gjørdar í fosturforeldraskipanini, fara at ávirka øll fosturforeldur tey næstu nógvu árini. Tað er tí umráðandi, at broytingarnar taka støði í gerandisdegnum og lívinum hjá fosturforeldrum og teimum royndum, sum tey hava gjørt sær sum fosturforeldur.

Á tiltøkum kring landið fer Annlis Bjarkhamar, forkvinna í Fosturforeldrafelagnum, at greiða frá arbeiðinum at endurskoða fosturforeldraskipanina, og hvørjar batar nevndin í Fosturforeldrafelagnum heldur verða neyðugar. Endamálið við tiltøkunum er at koma á tal við so nógv núverandi og fyrrverandi fosturforeldur sum til ber, og hoyra hvørji ynski tey hava til batar av fosturforeldraskipanini.

Fosturforeldrafelagið vónar, at fosturforeldur hava møguleika og hug at taka lut á einum av teimum 5 tiltøkunum.

Tit kunnu melda til eitt av tiltøkunum við senda teldupost á fosturforeldrafelagid@gmail.com  ella við at senda sms á tlf: 289009

Freistin at melda til er tveir dagar áðrenn einstøku tiltøkini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #