Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak
Framsýningar

Innsent: Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Málningarnir innihalda blandað motiv (teir flestu við fólkum) gjørd við ymiskari tøkni.

Niels hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni fyri 30 árum síðani. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 5. juni klokkan 14, og  hongur hon uppi til og við týsdagin 9. juni. Í sambandi við mentanarnáttina verður framsýningin opin til á midnátt.

Leygardagin og sunnudagin er opið frá 12 til 20, og mánadagin og týsdagin er opið frá klokkan 14 til 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #