Stýrið í BBC hevur góðkent fyrrverandi stjóran í Google, Matt Brittin, sum nýggjan leiðara í bretska kringvarpinum, siga keldur við blaðið The Times.
Setanin varð samtykt á stýrisfundi hósdagin, og væntandi kemur fráboðan í vikuni, siga keldurnar.
Tíðindastovan Reuters, sum vísir til The Times, sigur, at hon ikki hevur kunnað staðfest upplýsingarnar sjálvstøðugt og sigur, at BBC ikki hevur svarað áheitan um viðmerkingar, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



