Leiðslan er ikki nøgd.
Tað stendur at lesa í frágreiðingini hjá smápartafelagnum Føroya Keypssamtøku, sum við ársbyrjan í fjør yvirtók raksturin hjá teimum seks handlunum í FK samtakinum. Í ætlanini varð lagt upp til eitt úrslit sum lá millum 8 og 9 milliónir krónur, men nú avtornaði var úrslitið 1,3 mió kr.
- Sølan minkaði í mun til ætlanirnar og útreiðslusíðan varð ikki trimmað samsvarandi, tí bleiv úrslitið ikki sum ætlað, sigur leiðslan, sum tó er bjartskygd um framtíðina og væntar eitt úrslit fyri komandi ár millum 4,9 og 5,5 milliónir krónur.
Danska felagið FOB setti í 2024 eina tveysiffraða milliónaupphædd í Keypssamtøkuna gjøgnum nýggja smápartafelagið Føroya Keypssamtøka sum framyvir skuldi reka FK handlarnar. Tað kom eftir fleiri ár við halli á botnlinjuni hjá Føroya Keypssamtøku. Fredensborg og Omegns Brugsforening fekk við íløguni helvtina av ognarrættinum og allan atkvøðurættin.
Gamla felagið eitur nú Limasamtakið FK. Úrslitið hjá tí felagnum var hall á 2,2 mió kr síðsta roknskaparár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



