Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Almenna vesið í Mylnugøtu fór illa av eldsbruna í november 2024, og nú verður eitt heilt nýtt alment vesi gjørt. Talan er um stórarbeiði, sum neyvan verður liðugt fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár.

Vesið hevur verið stongt síðan eldsbrunan, og tað hevur gingið striltið at koma í gongd við umvælingararbeiðið. Tryggingarspurningurin tók drúgva tíð, og royndir, sum vórðu tiknar av betonginum, vístu eisini, at almenna vesið, sum er frá 1950-unum, var í sera ringum standi. Tí varð gjørt av, at frægasta loysnin var at gera vesið heilt av nýggjum, og eisini at flyta tað eitt lítið sindur.

Beint niðanfyri gamla vesið hevur SEV havt eitt rúm til eina trafostøð, og avrátt er, at Tórshavnar kommuna og SEV býta um, soleiðis at nýggja vesið verður gjørt, har trafostøðin hjá SEV var fyrr. Harvið verður nýggja vesið eisini væl rúmligari enn tað gamla.

Atkomuviðurskiftini til gamla vesið vóru sera vánalig, ikki minst tí vesið liggur beint í eini trappu. Atlit verða tikin til betri atkomu við nýggja vesinum. Ætlanin er at gera eitt torn við einari lyftu frá grasvøllinum beint framman fyri ráðhúsið – har sum flaggstongin og standmyndin av Traðarmanninum eru – niður á vesið.

Men samstundis verður eisini neyðugt við atkomu úr Vágsbotni og Tórsgøtu, har tiltøk ofta eru, og nógv fólk savnast. Hugt verður í løtuni eftir møguleikunum fyri at bøta um atkomuna haðani.

Við øllum hesum er talan er um eitt stórarbeiði, sum neyvan verður liðugt fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár og kanska til ólavsøkuna í 2027.

Arbeiðið, sum byrjar í næstum, fer ikki at tarna ferðsluni oman og niðan eftir Mylnugøtu, hvørki akførum ella fólki til gongu.

Í løtuni eru almenn vesi í miðbýnum í Steinatúni og í gamla bankabygninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #