Kæri himmalski faðir. Gev mær nakað av tí sinnalagi, ið eyðkennir Jesus. Nakað av tíni góðsku, tíni náði og friði. Amen.
“Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði Harra tíns.” (Matteus 25,21).
“Um tú gert eina góðgerð mótvegis øðrum, lekir tú í somu løtu tína egnu ilsku, tí eitt mál av gleði er andaligur heilivágur.”
Hesi orðini eigur týski gudfrøðingurin Dietrich Bonhoeffer. Tey standa at í eini enskari bók við rámandi orðatøkum. Dugi ikki at siga undir hvørjum umstøðum, tey upprunaliga eru søgd.
Bonhoeffer er væl kendur frá seinna heimsbardaga. Hann varð tikin fangi og settur í eina týningarlegu, tí hann átalaði nasistarnar og teirra stjórnarleiðara. Hann fanst at viðferðini, ið tað jødiska fólkið og aðrir minnilutar fingu.
Kveikjandi er at lesa Bonhoeffer og síggja hansara fatan av, hvat tað er at vera kirkja og ein sannur kristin. Tað er í tí dagliga og gerandisliga, at vit skulu fylgja Jesusi eftir og ganga í fótasporum hansara.
Eitt talandi fyridømi um sanna gudstrúgv og rættferð rennur fram fyri meg, tá nasistarnir góvu Bonhoeffer og samfangum hansara mat í týningarleguni.
Bonhoeffer var ein kendur og væl lýddur maður. Fangavørðurin vildi geva honum dupult mál av mati. Maturin var annars álvarsliga skamtaður og stillaði valla hungurin hjá fangunum.
Bonhoeffer tók ikki av tilboðnum, tí hann visti, at so sat ein samfangi afturat hungurstungin i hinum endanum á gongini. Tað var sjáldan, at maturin strekti til allar fangarnar sama dag.
Hetta er kristindómur í verki. Tað er í tí dagliga, at trúgvin skal standa sína roynd. Føgur orð eru góð, men kærleikans verk eru aðalmál teirra, ið vilja ganga í Jesu fótasporum.
At seta sær málið høgt er væl lættari enn at fremja verkið. Viðhvørt er langt frá hugsan til gerð, men tað er vert at gera eina roynd. Vísiliga eru orðini søgd: “Frástøðan er einki, tað er einans tað fyrsta fetið, ið er trupult.”
Hesi vísdómsorðini geva áræði. Vit skulu ikki hugsa ov nógv um tað høga málið einastaðni fyri framman. Ístaðin skulu vit taka tað fyrsta fetið. Á henda hátt verður trúgvin ítøkilig, tí vit megna ikki at bjarga øllum heiminum.
Harafturímóti henda batar, tá ið vit hvør í sínum lagi taka eitt fet framá í manngóðum verki. Tá verður nærumhvørvið og heimurin allur ein betri staður.
Óivað hevur Bonhoeffer rætt, tá hann sigur: “Um tú gert eina góðgerð mótvegis øðrum, lekir tú í somu løtu tína egnu ilsku, tí eitt mál av gleði er andaligur heilivágur.”
Amen.
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



