Vaðhorn Seafood, sum hevur heimstað á Strondum, hevði eitt gott ár í fjør.
Úrslitið eftir skatt gjørdist 16,7 mió kr, ella stívliga 7 mió kr betri enn árið fyri.
Eisini bruttovinningurin vaks nógv, úr 19,3 mió kr í 2024 til 26,7 mió kr í fjør.
Starvsfólkakostnaðirnir vuksu úr 27,5 mió kr til 33,1 mió kr, men starvsfólkatalið er støðugt, 70 fólk. Rentuútreiðslurnar vórðu 4,3 mió kr, ein mió kr minni enn árið fyri.
Vaðhorn fæst mest við at keypa, virka og selja fisk, bæði innan- og uttanlands.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at úrslitið bleiv nakað betri enn væntað, og verður kanska ikki heilt so gott í hesum árinum.
Fíggjarstøðan javnvigar við 137 mió kr, eginognin er 38 mió kr.
Jógvan Gregersen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



