Í morgin, mánadagin, verður eitt lot av lágættum, regn fyrrapart men seinnapart sær sólin, hitin um 8 stig.
Týsdagin eitt gul av landsynningi, sólin sær og hitin um 8 stig.
Mikudagin framvegis landsynningur, men meira vindur, upp í ein strúk, samdrigið og móti kvøldi fer at regna, hitin 7-8 stig.
Hósdagin og fríggjadagin bert ein ond mest av landsynningi, turt og onkur sólglotti og hitin 7-9 stig.
Næsta vikuskifti heldur sama góða veðrið fram, tó at landsynningurin kanska verður avloystur av útsynningi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



