BirkBloggur: Guðrið Hansdóttir tónleikari og sangari, og Beinir Bergsson, rithøvundur, geva í dag út nýggja LP plátu, "Sýrublað", á plátufelagnum Tutl, har útgávan eisini fæst í 180 gram marble vinyl, klár at leggja á plátuspælaran.
Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram, og somuleiðis leita tekstirnir eftir hesum smakkinum í nærsambandinum millum tvey. Tað sigur góða kunningartilfarið um útgávuna, so hvørt støku sangirnir er givnir út. Fráboðan um kvalitet og virðing av lurtara.
- Eg og Beinir komu at kennast, tá vit tóku útbúgvingina Listaligt arbeiði á Setrinum. Tá byrjaði okkara samstarv, sum síðan bleiv til eina heila plátu, sigur Guðrið í práti, nú "Sýrublað" er á gáttini við nýggju sangum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



