Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Lesarin skrivar

Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt, við 28 atkvøðum fyri og 0 atkvøðum í móti, at veiða og fiskiveiða eru ikki fevnd av djóravælferðarlógini.

Grindamannafelagið fegnast um lógarbroytingina, tí nú er endaliga staðfest, at tað er grindalógin og grindakunngerðin, sum er galdandi tá tað eru grindaboð.

Sostatt kunnu grindafólk nú aftur fara í grind, uttan at óttast at blíva ákærd fyri brot á djóravælferðarlógina.

Broytingin verður endaliga lýst ein av komandi døgunum, og lógartekniskt verður linari ásetingin brúkt, í møguligum málum sum liggja í skipanini, tá lógarbroyting verður gjørd.

Hetta merkir vónandi, at ákærur ímóti grindafólkum fyri brot á djóravælferðarlógina, nú verða sleptar av ákæruvaldinum.

Grindamannafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #