Innsent: Lúrir veruligur vandi undir hvørjum steini, ella er tað einans í tínum høvdið? Lagið ”Grús”, sum er 3. staklagið av útgávuni ”Sýrublað”, snýr seg um hesa kensluna, at vera bangin fyri at liva, at hava strongd og ótta og ikki at klára at liva upp til tær væntingar, sum samfelagið krevur av okkum í dag: at vera góð foreldur, at hava eina karrieru, at vera figgjarliga væl fyri og jagstranin eftir tí fullkomna lívinum.
”Grús” er ein ráðaleys bøn um at sigra á óttanum og síggja eina vón fyri framman, í eini popp/rokk útseting við energiskum trummum, bass og klaveri, sum høvuðselement.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/grus
Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
Guðrið Hansdóttir
(orð & lag)
Beinir Bergsson
(orð)
Tónleikarar
Guðrið Hansdóttir
(sang, gittar)
Høgni Lisberg
(trummur, bass, guitar, klaver)
Jóhan Hentze
(trumpet, flugelhorn)
Uni Leitisstein Hansen
(radiorødd)
Framleiðsla
Høgni Lisberg
(lagt til rættis, framleiðsla, ljóðbland, frumband)
Guðrið Hansdóttir
(lagt til rættis, framleiðsla)
Kirstin Helgadóttir
(perma)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



