Talsmaður hjá Hamas sigur við NRK, at Hamas er til reiðar at samastarva við Donald Trump um ætlanir hansara fyri Gaza. Men at lata vápnini frá sær vil yvirgangsfelagsskapurin ikki.
Í samrøðuni við NRK sigur Osama Hamdan, sum krógvar seg í Turkalandi tí Ísrael roynir at beina fyri honum, at tað var ikki Hamas men Ísrael sjálvt sum beindi fyri øllum sivilfólkunum sum doyðu undir álopinum á Ísrael 7. oktobur fyri tveimum árum síðani.
Spurdur av tíðindamanninum hjá NRK, hvat Hamas hevur fingið burturúr, nú yvir 70.000 fólk eru deyð í Gaza, sigur Osama Hamdan, at tað sum hevur størstan týdning er, at Ísrael stendur at kalla púra einsamalt og avbyrgt í heiminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



