“Fegnist fyri Harranum jørðin øll! Harranum tænið við gleði! Fyri ásjón hans komið við frøi! Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar. Farið inn í hans portur við lovi, í forgarðar hans við prísi! Lovið honum! Signið hans navn! Tí góður er Harrin. Miskunn hans varir um ævir, trúfesti hans ætt eftir ætt.” (Sálmur 100).
Muður mælir tað, ið hjartað er fult av. Svá verður tikið til, og fáur ivast í, at útsøgnin er røtt. Vit dvølja við og umrøða tað, ið vit eru hugtikin av. Bæði lovsongurin og misljóðið koma innanífrá og avdúka, hvat býr okkum í barmi.
Tað, vit siga í tí almenna rúminum, opinberar okkara innara menniskja. Við orðunum leggja vit okkum sjálv á blik. Onkuntíð er tað í neiligari umtalu av øðrum menniskjum, at vit heingja okkara egnu skitnu klæðir út á snórin.
At sannleikin kemur fram í ljósið er ikki skaðiligt. Skaðiligari er tað, um vit geva okkum út fyri at vera nakað, ið vit ikki eru. Skaðin verður óndskapur, tá ið vit við ljótum orðum traðka á onnur menniskju og skala teirra mannvirði og umdømi til tess at vinna okkum eitt pláss í sólini.
Vit, ið eru orðsins boðberar og prædika gleðiboðskapin um Jesus Krist, hava eina stóra etiska ábyrgd. Vit eru bundin at tí rættferð og rættlæti, ið er aðalinnihaldið í tí kristna boðskapinum.
Tað fylgir ein etisk ábyrgd við kallinum. Tað etiska kravið krevur, at vit eru trúgv móti honum, ið kallaði okkum inn í evangeliska tænastu. Vit eru sendiboð í Kristi stað og boða Guðs náðar evangelium.
Vit eru ikki metingarmenn ella próvdómarar, ið skulu leggja medmenniskju okkara undir lubbin til tess at koma til eina niðurstøðu ella ein úrskurð.
Tað etiska kravið – tann gylta reglan – krevur av okkum, at kravið sjálvt er óneyðugt. Tað er so sjálvsagt í kristindóminum, at vit mega fara við øðrum menniskjum, svá vit vildu ynskt, at tey fóru við okkum, um vit komu í somu støðu.
Tað er royndina vert, at vit seta áminningina hjá Jákupi ápostli ovarlaga á listan yvir raðfestingar, ið eru verdar at geva gætur. Vit mega vanda okkum um orðini og minnast óndskapin og eldin, ið tungan kann elva til millum manna.
Við orðunum um tunguna verður hugt jaliga eftir tí, ið kvinnum og monnum er álagt í evangeliskari boðan. “Fegnist fyri Harranum jørðin øll! Harranum tænið við gleði!”
Gleðin í Guði er ein vælsignaður veruleiki. Ikki altíð sær henda gleðin út av nógvum. Onkuntíð vera glað kristin fólk bólkað sum einføld og heimføðislig. Tað tykist størri og verður mett klókari, um vit seta kritiskar spurningar ella illneitast inn á onnur.
Kritiskir spurningar eiga javnan at verða settir teimum, ið fingu litið í hendi stóra ábyrgd í samfelagnum ella kirkjuligum virksemi. Hesir spurningar gagna best, um tað er tað fakliga, ið verður endavent og greinað.
Alla ta tíð tað fakliga verður hildið í hevd eru øll evni og mál borðbær. Alt og øll mál eiga at tola dagsins ljós. Men, tá tað fakliga er víkjandi til frama fyri okkara egnu hugsan ella illgrunasemi, hoyrast misljóð og farið verður eftir manninum heldur enn bóltinum.
Tá so er fánar gleðin. Vit gerast tvitin og beisk og kenna okkum forfylgd. Tað er eins og fólk vilja skræða okkum sundur.
Henda støðan er ikki heppin. Vit, sum hava livað eitt langt lív, vita, at tað er ikki lætt at koma burturúr hesi snerruni. Tað er við atliti at trivnaðinum og gleðini ein hin torførasta støðan, vit kunnu koma í. Vit villast inn á avvegir og missa evnini at vera kritisk móti okkum sjálvum og okkara egna leikluti í tilveruni.
Gleðin hevur tað gott alla ta tíð, Guð er miðdepilin í lívinum. Leiðreglur Guðs eru tann snórur, ið ger leiðir várar beinar. Tá ið føtur várar fara av leið, og vit lata leiðreglur Guðs rætta okkum vegin, tá rísur gleðin sum ein nýggjur møguleiki hvørja ferð, sólin rísur í eystri.
Havi prógv frá lærdum háskúla. Lærd vísindi er ein partur av grundalagnum undir mínum verkliga lívi. Havi stóra virðing fyri øllum handaligum og bókligum útbúgvingum. Havi virðing fyri øllum teimum, ið numu sær vitan í lívsins skúla og gjørdust dugnalig.
Hóast týdningarmikil próvskjøl, er tað gleðin í Guði, ið er mín dýrasti lutur og mín dýrasta ogn. Henda einfalda gleðin í Guði.
Jú, eg viðurkenni mær mítt andaliga upphav í Sjóvar kirkju og Missiónshúsinum á Strondum. Skammist als ikki við mínar andaligu røtur. Amen.
Orðið: “Fegnist fyri Harranum jørðin øll! Harranum tænið við gleði! Fyri ásjón hans komið við frøi!” (Sálmur 100,1-2).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



