Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Mánadagin 15. juni og týsdagin 16. juni hava norðurlendsku samstarvsráðaharrarnir fund í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, er vertur fyri fundin.

Danmark og Føroyar hava í ár formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og siðvenja er, at norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittast til ein summarfund undir formansskapinum.

Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, og høvuðsevni fyri fundin verður samfelagstrygd og tilbúgving.  

”Í hesum tíðum gerst norðurlendskt samstarv um samfelagstrygd og tilbúgving alsamt meira viðkomandi. Onki land er sjálvbjargið, serliga ikki tá tað snýr seg um neyðsynjarvørur, útgerð og veitingar, sum krevjast í kreppustøðum. Tí er eyðsæð, at vit eiga at styrkja samstarvið um tilbúgving og veitingartrygd við okkara norðurlendsku grannar,” sigur Bárður á Steig Nielsen, samstarvsráðharri.    

Sum partur av skránni skulu ráðharrarnir sigla við Brimli, har kunning og sýning av føroysku tilbúgvingini eru á skrá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #