Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Politikkur

Havnin í Skopun hevur ein heilt serligan leiklut í Sandoynni. Hon er ein týdningarmikil partur av okkara felags tilbúgving og tryggleika, tá ið á stendur.

Hóast Sandoyartunnilin hevur gjørt gerandisdagin lættari, mugu vit eisini minnast til, at støður kunnu koma, har tað ikki er koyrandi ígjøgnum tunnilin, til dømis vegna vanlukkur ella onnur óhapp. Tá er tað avgerandi, at havnin í Skopun er í góðum standi og klár at taka yvir.

Tí er tað týdningarmikið, at innsiglingin altíð er væl røkt og ruddað fyri grót, og at brimgarðurin verður hildin í góðum og tryggum standi. Hetta er ein uppgáva, sum eigur at hava okkara felags raðfesting.

Í løtuni er ein skaði í brimgarðinum, sum hevði verið gagnligt at fingið umvældan sum skjótast. Her er eisini ein møguleiki at nýta tað grót, ið longu er tikið upp úr innsiglingini, til at styrkja brimgarðin aftur. Tað kann gerast á ein skynsaman og ikki ov kostnaðarmiklan hátt.

Við at taka hesi stig saman, kunnu vit tryggja, at havnin í Skopun eisini framyvir kann røkja sín týdningarmikla leiklut fyri okkum øll.

X við A 💚

X við Kristian Krog Hentze💚

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #