Heðin Mortensen á Facebook: Góðu tit øll! Góðu vinnulívsfólk og øll tit, ið starvast í føroyskum vinnulívi!
Fyrst vil eg takka fyri høvið at sleppa at seta “Føroya bestu vørumerki 2025” í dag.
Her eru umboð fyri nógvar vinnur og vinnugreinar og ein stóran hóp av føroyskum arbeiðsplássum.
Síðst, men ikki minst, eru tit øll umboð fyri eina stóra og breiða viftu av føroyskum vørumerkjum.
“Føroya bestu vørumerki 2025” snýr seg um branding, sum tað eitur á fakmáli.
Heilt einfalt, so er eitt vørumerki nógv meira enn bara eitt navn, eitt búmerki ella ein lýsing.
Eitt vørumerki er tað, sum ger, at vit beinanvegin kennast við eina fyritøku ella eitt arbeiðspláss.
Les meira niðanfyri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



