Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Tiltøk

Bókasøvnini: Aftur í ár fara føroysku bókasøvnini at varpa ljós á heimsmálini í viku 17. Við heimsmálunum mælir ST til, at vit bæði tvørtur um lond og í okkara nærumhvørvi arbeiða við burðardygd, og her hava bókasøvnini eisini eina ábyrgd.

Hesuferð er evnið burðardygg matmentan.

Í ár vera søguløtur fyri børn har lisið verður úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”, brotið í bókini snýr seg um mat og at mann ikki skal eta hvønn annan. Fyri vaksin vera verkstovur um súrgaðar mjólkaúrdráttir.  Umframt hetta fara bókasøvnini at hava framsýningar við bókum um evnið.

Skráin fyri tiltøkini er hendan:

Mánadagin 20. apríl:
Verkstova á Klaksvíkar bókasavni kl. 16.30 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir.

Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.

Týsdagin 21. apríl:
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni kl. 16.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Søguløta á Gøtu bókasavni kl. 17.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Mikudagin 22. apríl:
Søguløta á Vágs býarbókasavni kl. 11.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Verkstova á Býarbókasavninum kl. 16.30 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.

Sunnudagin 26. apríl:
Søguløta á Býarbókasavninum kl. 15.00 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Mikudagin 29.apríl:
Verkstova í auluni í Vágs skúla kl. 20.00 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #