Herviligt óveður er á Kanarisku Oyggjunum.
Serliga á Tenerife og Gran Canaria hevur óveður leikað í og onkustaðni eru fólk biðin um at halda seg innandura, eins og vegir og skúlar eru stongdir.
Á Gran Canaria eru hálvtfjórðahundra millimetrar av regni komið niður, skrivar dr.dk.
Sagt verður, at veðrið hevur ikki verið verri enn tað sama har á leiðini í nógv ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



