Føroyska liðið rundan um tak-tik-borðið á Ranna Stadion í Pärnu í Estlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen
Føroyska liðið rundan um tak-tik-borðið á Ranna Stadion í Pärnu í Estlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Klokkan fýra seinnapartin spælir A-landsliðið við monnum fyrra dystin í Baltic Cup 2026, tá Estland tekur ímóti á Ranna Stadion í Pärnu. Og sambært fyriskiparunum verður útselt á lítla og hugnaliga leikvøllinum, sum hevur pláss fyri umleið 2.000 áskoðarum.
Føroysku spælararnir kom til Estlands seint seinnapartin týsdagin, og síðani hava Eyðun Klakstein og Atli Gregersen havt fýra venjingar við liðnum. Umstøðurnar í Estlandi eru góður, og allir í hópinum eru væl fyri og klárir til uppgávuna í dag.
Teir ellivu, ið byrja á vøllinum móti Estlandi, eru hesir: Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari, og Martin Agnarsson.
Á føroyska miðvøllinum verða Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.
Á beinkinum sita Ari í Haraldsstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Gullbrandur Øregaard, Ari Olsen, Arnbjørn Svensson, Jann Benjaminsen, Géza David Turi, Noah Mneney, Jóannes Bjartalíð, Áki Samuelsen, Adrian Justinussen og Páll Klettskarð.
Avspark er klokkan 16:00, og dysturin kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 15:50.
Baltic Cup er ein fýralandakapping millum baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, sum hesaferð eru Føroyar. Kappingin verður skipað við tveimum hálvfinalum, sum báðar verða spældar í dag, og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni týsdagin 9. juni.
Dystirnir í Baltic Cup eru altjóða skrásettir A-landsdystir, og telja tí við í roknskapinum tá styrkislistin hjá FIFA verður dagførdur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



