Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Sólin sær á San Marino Stadion - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sólin sær á San Marino Stadion - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sólin sær á San Marino Stadion - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Tað skal eingin ivi vera um, at vit fara eftir sigrinum. Soleiðis segði Atli Gregersen í samrøðu við FSF Varpið í gjár.

Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan, og sum skulu elta ein føroyskan sigur í venjingardystinum ímóti San Marino.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari, og Martin Agnarsson. Á miðvøllinum frá byrjan vera Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen og Hanus Sørensen, og fremstur verður Petur Knudsen.

Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Arnbjørn Svensson, Heini Vatnsdal, Jann Julin Benjaminsen, Ási Dam, Noah Hans Mneney, Emil Weihe Joensen, Poul Kallsberg, Páll Andrasson Klettskarð, Patrik Johannesen og Jørgen Nielsen.

Venjingardysturin millum San Marino og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #