Eitt miðal húsarhald við hitapumpu skal næsta ár rinda 225 krónur meira um mánaðin fyri el. Tað eru 2.700 krónur um árið. Hjá einum miðal húsarhaldi uttan hitapumpu er hækkingin 1.125 krónur um árið, sambært Sev.
Eykaaðalfundurin hjá Sev samtykti í dag at hækka elprísin fyri allar kundar í 2027. Vanligi elprísurin hækkar nærum 10 prosent og verður 2,55 krónur fyri kilowattíman við mvg.
Í 2028 broytast treytirnar aftur hjá teimum, sum hava grønan málara til hitapumpu ella elbil. Eftir ætlan verður avslátturin tá hálveraður úr 40 oyrum niður í 20 oyru fyri kilowattíman. Í 2029 fellur hann ætlandi heilt burtur.
Skiftandi tímaprísir koma í gildi 1. januar 2028. Sev væntar, at kundin kann spara minst líka nógv við at flyta elnýtsluna til bíligari tímar. Hvussu stór sparingin verður hjá tí einstaka húsarhaldinum, veldst sostatt um, nær tað brúkar streymin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



