Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will
Tiltøk

Franska konsulatið: Hósdag 13. august verður høvi at vitja umborð á fronsku fregattini Auvergne, sum liggur við kai í Havn.

Fýra ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð:

Hósdag 13. august 
kl. 08:30
kl. 09:30
kl. 10:30
kl. 11:30

Áhugað kunnu skriva teldupost til hannafranka10@gmail.com ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2. Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er stutt. Seinasta freist at tekna til, er mikudag 12.august kl. 17.

Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #