Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Skúlablaðið: Tað ljóðar logiskt. At tey, sum á ungum árum finna tað, tey duga væl og sum venja og venja og venja, eru tey somu, sum vinna heimsmeistaraheiti og fáa nobelvirðisløn, tá tey gerast vaksin. Men soleiðis er ikki sambært eini samandráttarkanning.

Granskarar hava savnað 19 kanningar við næstan 35.000 íðkarum, sum hava klárað seg fram úr væl í ítrótti, tónleiki og talvi – og nobelvinnarar, og í kanningunum hava teir sæð eitt týðiligt mynstur. Bólkurin við ungum íðkarum, sum høvdu klárað seg framúr væl, vóru ikki umboðað í bólkinum við vaksnum íðkarum, sum kláraðu seg framúr væl. Bara 10 prosent av teimum, sum avrikaðu sera væl sum børn og tannáringar, hildu fram at avrika framúr væl sum vaksin. Restin av íðkarunum – tað er umleið 90 prosent – rukku tindunum sum vaksin og gjørdust stigvíst betri við árunum.

– Hetta samsvarar ikki við fatanina, sum vit hava havt, at tað krevur miðvísa og nógva venjing í barnaárunum fyri at røkka tindunum altjóða, sigur Arne Güllich, professari og ein av granskarunum í kanningini, til New Scientist.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #