Í politikki er álitið frá veljarunum tað mest virðismikla, ein politikari kann fáa – og tað fekk Sjúrður so sanniliga, eisini frá borgarliga veinginum.
Men tað er ikki bara eitt tal á einum valúrsliti, sum telur. Tað snýr seg eisini um ábyrgd, virðir og trúfesti mótvegis teimum, sum hava valt at leggja sítt álit í tínar hendur sum valevni.
Tá ein javnaðarmaður í hesum føri fær so dygga undirtøku frá borgarligum veljarum vegna eina greiða støðu í uttanríkispolitikki – her serliga í spurninginum um Ísrael – er tað sjálvandi eitt tekin um, at hann røkkur út um sín egna veljarabólk.
Júst í slíkum føri verður politisk breidd og trúvirði veruliga roynd. So spurningurin er: Hvat ger Sjúrður nú?
Tað er rímiligt at vænta, at slíkur stuðul verður tikin í álvara. Borgarligir veljarar, sum í hesum føri hava valt at stuðla einum javnaðarmanni, hava sjálvandi gjørt tað við einari greiðari vón um, at teirra virðir og sjónarmið verða vird – ikki bara í orðum, men eisini í gerðum.
Tað hevði verið trupult hjá veljaranum at skilt, um Sjúrður nú velur at stuðla, ella gerast partur av einari stjórn, har ein flokkur sum Enhedslisten hevur avgerandi ávirkan. Munurin í uttanríkispolitiskum sjónarmiðum – serliga í spurninginum um Ísrael – er so grundleggjandi ymiskur, at tað hevði sent ein ivasaman boðskap til teir veljarar, sum júst góvu sín stuðul á hesum grundarlagi.
Politikkur snýr seg sjálvandi um samráðingar, semjur og kompromis. Men tað eru eisini mørk fyri, hvat kann sameinast uttan at missa trúvirðið. Um ein politikari fer ov langt frá teimum kjarnuvirðum, sum góvu honum breiða undirtøku, kann tað skjótt føra til misálit og vónbrot.
Tí vóni eg, at Sjúrður heldur fast við ta ábyrgd, sum fylgir við teimum borgarligu atkvøðunum, hann hevur fingið – og tær eru ikki fáar. At hann vísir, at politiskt dirvi ikki bara snýr seg um at hava eina greiða støðu alment, men eisini um at halda fast, tá tað veruliga telur.
Veljarin hevur valt. Nógvar borgarligar atkvøður endaðu hjá Sjúrði. Nú er tað upp til hann at vísa, at hann ikki svíkur tær. Enn er tó onki avgjørt!
Símun Jóannesarson Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



