Vit liva í einari tíð við negativum arbeiðsloysi, og hettar fer einaferð at broytast. Vit hava nú í hópatali av útlendskum arbeiðisfólki, og hesi taka familjur og børn við til Føroya.
Tað er, og fer at verða ein stórur trupulleiki.
Lat heldur útlendsku arbeiðiskraftina koma her at arbeiða í nakrar mánaðar, og so heim aftur í feriu til sína familju. Soleiðis kann tað endurtaka seg, so leingi vit hava negativt arbeiðsloysi.
Vit mangla útlendska arbeiðskraft, vit mangla ikki útlendskar familjur.
Tí vil Sambandsflokkurin seta hesi tiltøkini í verk.
- Einans loyva familjusamanføring eftir 3-ára búseting
- Krevja reina revsiváttan frá teimum, sum arbeiða og flyta til Føroya
- Krav um próvtøkur í føroyskum máli og mentan fyri varandi búseting
- Útlendingar, sum fremja lógarbrot, skulu vísast av landinum
- Útlendsk arbeiðsmegi skal arbeiða í minsta lagi 30 tímar um vikuna, fyri at føroyingar altíð standa fremst í røðini
X við lista B
X við Hans Kári Hansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



