Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Tiltøk

© photo Adam Woolfit 1968-9 - Tjóðsavnið

© photo Adam Woolfit 1968-9 - Tjóðsavnið

© photo Adam Woolfit 1968-9 - Tjóðsavnið

Tjóðsavnið: Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka.

Vinnuliga brúkið av føroyska bátinum er nærum burtur, og eftirspurningurin eftir nýggjum bátum er nærum eingin. Kappróðurin heldur lív í bátasmíði og brúki, men kann ikki standa einsamallur.

Bátasmiðir verða ikki settir við, og verða munagóð stig ikki tikin nú, er handborna vitanin um føroyskt bátasmíð og um bátasiðvenjur burtur um heilt fá ár.

Týskvøldið tann 21. apríl á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu seta vit øllum stevnu, ið eru áhugað í føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði. Við framløgum, kjaki og pallborði fara vit at umrøða, hvussu bátasmíð kann verða varðveitt sum eitt livandi handverk, og hvussu føroyski báturin kann verða varðveittur í brúki.

Hvussu kunnu land, kommunur, stovnar, feløg og einstaklingar arbeiða saman um at varðveita bátasmíð og bátasiðvenjur fyri eftirtíðina?

Tjóðsavnið, Føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommuna skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setur tiltaki. Óluva Zachariassen er orðstýrari.

Hvar: BORG Glyvrar, Fjøruvegur 25, 625 Glyvrar.

Nær: Týskvøldið 21. apríl, kl. 19.00 - 21.00

Skráin:

19.00-05 Vælkomin
Mass Hoydal, leiðari í Visit Runavík

19.05-19.15 Setan av tiltakinum
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum

19.15-19.30 Føroyskt bátasmíð í framtíðini
Framløga við Kristinu Djurhuus Christiansen, savnvørði og samskipara av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið

19.30-19.45 Tiltøk og átøk sum kunnu bjarga føroyska bátinum
Framløga við Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum

19.45-20.00 Stutt prát um týdningin av føroyska bátinum

  • Samson Højgaard, stovnari av Boat.fo

  • Rodmundur Nielsen, stjóri í BORG

  • Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag

20.00 – 20.20 Steðgur

20.20 - 21.00 Pallborðsfundur um føroyska bátin og bátasmíð í framtíðini

  • Tórbjørn Jacobsen
    Borgarstjóri í Runavíkar kommunu og forfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið

  • Elsa Berg
    Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og næstforfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið

  • Hanus Jensen
    Føroyskur bátasmiður og savnsmiðlari, Vikingeskibsmuseet

  • Heini Hátún
    Umboð úr Føroyum í norðurlendska stýrisbólkinum fyri UNESCO-innskrivingini av norðurlendska súðubygda bátinum

  • Kristina Djurhuus Christiansen
    Savnvørður og samskipari av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið

21.00 Spurningar og samanumtøka

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #