Í dag, 30. mai er World MS Day um allan heim.
Allan mai mánaða hevur ljós verið varpað á sclerosu fyri at økja um vitanina um sjúkuna og árinini av henni, bæði fyri tey, sum liva við sjúkuni, men eisini teirra avvarandi.
Ymisk tiltøk hav verið fyri at samla inn pengar til gransking í sclerosu, sum er ein varandi sjúka, sum eingin leking finst fyri.
Eisini í Føroyum hava fólk verið tilmeldaði You Go, ið er eitt av átøkunum hjá Scleroseforeningen. Har hava fólk meldað seg til at ganga 100 km í mai fyri at samla pengar til gransking.
Liturin, hjá Scleroseforeningen er grønur, og eisini Eysturoyartunnilin hevur í dag, World MS Day 2026 lýst grønt fyri at varpa ljós á sjúkuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



