Grønlendska landsstýrið hevur sent eina áheitan til reiðarí og teirra umboðsfólk um ikki at fara til ávís støð í Grønlandi. Tað verður gjørt, fyri at verja umhvørvið og eisini fyri at ganga ynskjum hjá fleiri kommunum á møti, har íbúgvarnir halda, at skipini og øll ferðafólkini gera meira fortreð enn gagn.
Í fjør vitjaðu 232 ferðamannaskip 555 ferðir í Grønlendskum býum og bygdum.
Fyribils verður tó bert talan um at áheitanir og ikki forboð við avleiðingum um skipini ikki gera sum sagt. Og tað fær summar grønlendskar politikarar at halda, at tað neyvan fer at gera nógvan mun.
Við dr.dk sigur Avaaraq Olsen, sum er borgarstjóri í størstu kommununi í Grønlandi, Kommuneqarfik Sermersooq, at tað hevði verið betri við einum forboði.
- Eg og øll í kommununi gleða okkum til, at tað verður meira enn bara ein áheitan, sigur hon, og leggur afturat, at tað ávirkar veiðumentanina í smáu bygdunum, tá fleiri ferðamannaskip viðhvørt samstundis vitja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



