Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Lesarin skrivar

Kringvarp Føroya
Norðari ringvegur 20
100 Tórshavn
Att: Kringvarpsstýrið

Tórshavn 20. mai 2026

Undirritaði kærir hervið Kringvarp Føroya fyri at útihýsa hann sum miðlamann og rithøvund. Undirritaði hevur skrivað 12 bøkur og er m.a. virðisløntur fyri bókina, Saga JAM (2022). Hendan æviskaldsøgan fekk Føroya fyrstu bókasavnsvirðisløn, ið er grundað á 1) útlánstøl og 2) atkvøður frá lesarum. Umframt Saga JAM eru bókaverk hjá undirritaða, ið eru lutfalsliga gitin, nógv lænt og væl lisin. Millum annað kann nevnast Fractura nasi (2017), ið er: Lisin inn sum ljóðbók, týdd til danskt og seld til filmsframleiðslu.

Kortini hevur Kringvarp Føroya ikki lisið inn ella sent nakra bók hjá undirritaða sum framhaldssøgu. Hetta er greitt í ósamsvari við ta tyngd, sum rithøvundurin og bøkur hansara hava í lítla, litterera heiminum í Føroyum - objektivt sæð. Hetta kærir undirritaði um, tí hann meinar, at frávalið er elvt av, at rithøvundurin sum persónur er illa líddur í kringvarpinum vegna m.a. sítt skaldsliga evnisval, ið fyri ein part kann tykjast kritiskt móti kringvarpinum og ávísum fólkum har.

Rithøvundurin var eitt nú á stovninum fyrraárið í.s.v. útvarpssendirøðirnar, Elians Son og So sita vit í Fornanum. Tá bleiv hann verbalt naskaður av fólki á Aktuelt-deildini og mintur á, at "seinast hevði tú ikki so nógv pent at siga um okkum". Hetta bleiv noterað og sent sum kunning til leiðaran á mentanardeildini tá.

Síðan útvarpsrøðin, Elians Sonur, bleiv send og fekk ta kendu avleiðing, sum hon fekk, er nógv hent. Tað fyrsta, sum hendi, var, at kringvarpið skipaði fyri einum "Bredda”, ið viðgjørdi Elians Son - journalistiskt. Men hvørki undirritaði, sum hevur gjørt sendirøðina, ella Ragnar Eliansson, ið er maðurin, sum verður lýstur í sendirøðini, fingu høvi at luttaka og verja seg og sítt listaverk. Teir fingu ikki eingang kunning um, at teir fóru at verða viðgjørdir.

Fyri at verja seg í bráðskundi spurdu teir báðir ein privatan miðil, um hann hevði hug at fáa teirra sjónarmið fram. Tað játtaði miðilin.

Harumframt hendi tað, at ein sokallaður "disclaimari" varð settur á alment væl líddu og siðiligu sendingarnar. Hetta er óhoyrt í útvarpshøpi og bleiv trýst ígjøgnum, tí undirritaði áður - og eisini í Elians Syni gjøgnum Ragnar Eliansson - tykist seta grundleggjandi, kritiskt ljós á m.a., hvussu fjølmiðlar Føroya og heimsins fara fram. Slík framferð við “disclaimara” er eftir vitan undirritaða hvørki sæð áður ella aftaná; og hesin “disklaimarin” stendur ikki mát við tey sokallaðu "sjónarmiðini”, sum verða borin fram í sendingunum - og “sjónarmið” verða jú borin fram í at kalla øllum tí, sum kringvarpið sendir, men tá uttan nakran sonevndan “disclaimara”.

Tíðin gekk, og undirritaði var úti í kuldanum í kringavarpsregi. Eingin skrivaði, og eingin ringdi. Men so ein dagin bleiv undirritaði boðin við í eina listasending - hetta av ungum fríyrkisfólki, ið týðiliga ikki visti um tað, sum fyrigekk. Undirritaði játtaði eftir tilmæli frá hinum luttakaranum, Ole Wich, listamanni. Ein onnur orsøk til, at undirritaði tók lut í hesi listasendingini, var, at hann figureraði sum eitt av høvuðsnøvnunum á ársins bókadøgum í Norðurlandahúsinum.

Meðan undirritaði situr og bíðar í eini sofu uttan fyri sokallaðu tíðindadeildina, sigur ein inni á deildini við eitt annað starvsfólk: “Eg helt, at vit vóru sloppin av við handan.” - sipandi til persón undirritaða. Hvør skal siga: “Vit eiga kringvarpið, og hasin, sum ikki dansar eftir okkara orgulpípu, hevur onga atgongd her.”

Hesa søguna sigur undirritaði ikki sum ein part av kæruni, tí fólk mugu siga tað, sum teimum lystir. Undirritaði sigur søguna fyri at gera sannlíkt, at hann veruliga er útihýstur á ein meira ella minni subtilan hátt.

Tí útihýstur úr almenna miðlinum, KvF, er undirritaði:

Hesi seinastu gott tvey árini er eingin sending hjá undirritaða endursend. Ikki ein tann einasta ein - so vítt sum hann og forlag hansara eru kunnað um. Undirritaði hevur umframt dámdu sjónvarpssendirøðina, Summarsál, ið áður er endursend ofta, gjørt tríggjar væl móttiknar útvarpssendirøðir: Tær báðar, ið nevndar vórðu at byrja við (ávikavist 5 partar og 4 partar) og so sendirøðina úr Kanada, Gamli maðurin og vatnið. Samanberast kann við, at undirritaði áðrenn Elians Son nettupp bleiv endursendur í rættiliga stóran stíl; hetta kann stýrið kanna nágreiniliga, um tað ynskir hollari vitan.

Tá ið hesi tvey árini við mentanarembargo vóru farin, skrivaði undirritaði til stjóran í Kringvarpi Føroya og gjørdi vart vit ta eyðsýniligu útihýsingina. Men undirritaði verður ignoreraður og fær hvørki fund við mannin ella eitt uppskot um, hvussu nevnda embargo kann verða beind burtur. Magnus Dam sigur bara, at har er eingin embargo - hóast hann hevur fingið at vita, at eingin endursending hevur verið av nýggjastu sendirøðum undirritaða ella øðrum.

Hetta kærir undirritaði um. Hann kærir um at verða útihýstur bæði sum rithøvundur (eingin bók verður send) og sum væl líddur miðlamaður (sjónvarps- og útvarpsrøðir verða ikki longur endursendar) og um at verða ignoreraður av stjóranum í Kringvarpi Føroya, sum - ikki tykkum at siga - er stjóri á almennum stovni, ið øll noyðast at keypa frá, og ikki eini einskildari fyritøku, sum fólk høvdu kunnað - ignorerað.

Undirritaði kærir mest við støði í generellu grein 10 í kringvarpslógini, ið hann heldur er brotin, tá ið ein - samanborin við onnur miðlafólk - væl gjørdur, professionellur, íðin og nógv lisin rithøvundur og yrkisliga væl líddur sjónvarps- og útvarpsmaður við hollum, málsligum førleikum, sum mangan mangla í KvF, beinleiðis verður frystur úti og hvørki verður lisin upp ella endursendur - ella til dømis biðin um at gera meiri av tí góða.

Her er grein 10 í løgtingslóg um kringvarp:

“Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.”

Vinaliga
Høgni Mohr
Berjabrekka 65
100 Tórshavn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #