Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Tiltøk

Fyri at spara streym og samstundis varpa ljós á orkunýtslu og veðurlagsarbeiði, verður ljósið sløkt nógvastaðni millum klokkan 20.30 og 21.30 í kvøld.

Tiltakið kallast Jarðartímin á føroyskum og Earthour á enskum. 

Tað byrjaði í Sydney í Avstralia í 2007. World Wildlife Fund stendur fyri tiltakinum, sum vanliga er síðsta leygarkvøld í mars. Nógvir kendir bygningar kring heimin sløkkja ofta ljósini hesa løtuna.

Her hjá okkum eru eisini fleiri tiltøk. Til dømis verður ein heilt serlig og sansalig løta í Vestmanna Kirkju.

- Í bølamyrkri fara vakrir klavertónar at fylla rúmið, tá dugnaligi klaversnillingurin Josh Cana fer at framføra. Orðini fáa eisini rúm, tá Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða um náttúruna, lívið og okkara felags ábyrgd. Hetta er ein løta at steðga á, anda djúpt og bara vera, siga tey í Vestmanna, hagani myndin er.

Fleiri býir og bygdir fara at sløkkja gøtuljósini hesa løtuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #