Klokkan 1 í nátt skal klokkan flytast fram so hon verður 2. Við øðrum orðum, vit missa ein tíma í nátt.
Flestu lond um okkara leiðir flyta klokkuna ímillum vetrar- og summartíð og hinvegin aftur, men verður hugt at heiminum undir einum, so flyta flestu londini ikki tíðina. Til dømis er tað bara Egyptaland í Afrika sum flytir tíðina, og tað mesta av Asia flytir heldur ikki tíðina. Heldur ikki í Latínamerkia verður tíðin flutt og í USA, Avstralia og Kanada er støðan oftani meira fløkt, tá klokkan skal flytast, tí har flyta summir statir tíðina og aðrir ikki.
Hjá okkum er tað bara Ísland sum ikki flytir tíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



