Eigur tú ein danskan 1.000 krónu seðil, so er dagurin í dag allar seinasta freist at fáa hann býttan um. Tí í morgin er hann virðisleysur. Og tað er endaligt, tí nú eru gott og væl hálvt triðja ár síðani fráboðanin kom um, at seðlarnir gingu út og ongin nýggjur 1.000 krónu seðil kemur í staðin. Fram til 31. mai í fjør kundu seðlarnir brúkast í vanligum handli, eftir tað hevur borið til at fáa teir vekslaðar í banka í eina tíð.
Men nú hevur bert borið til at latið teir inn á trimum Forex avgreiðslum í Danmark. Til 1. juni, sum er í morgin.
Niels Kaas frá Tjóðbankanum sigur við dr.dk, at tey eru bilsin av longu bíðirøðunum sum koma av, at nógv hava bíðað til seinastu løtu.
Fyri umleið einum mánaða síðani segði Tjóðbankin, at 1.000 kr seðlar sum høvdu eitt virði á góðar tríggjar milliardir krónur tilsamans framvegis ikki eru komnir inn.
Føroyski 1.000 krónu seðilin er framegis í gildi og ongar ætlarnir eru um at hann skal fara úr gildi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



