Ídnaðarkundar hjá Sev skulu næsta ár rinda 22 oyru meira fyri hvønn kilowattíma. Elprísurin hækkar 18 oyru fyri allar kundar, og samstundis missa ídnaðarkundarnir tey síðstu fýra oyruni í avsláttri. Tað varð samtykt á eykaaðalfundinum hjá Sev í dag.
Hjá einum ídnaðarvirki, sum brúkar 100.000 kWt um árið, hækkar gjaldið fyri sjálva elnýtsluna sostatt 22.000 krónur. Fasta gjaldið hjá ídnaðarkundum, sum brúka meira enn 30.000 kWt um árið, lækkar tó 1.200 krónur. Í hesum døminum verður samlaða hækkingin tí 20.800 krónur um árið uttan mvg, um nýtslan er óbroytt.
Avslátturin stavar frá einari avtalu frá 1992 millum landsstýrið og Sev. Treytin var, at Sev slapp undan oljuavgjaldi. Í 2023 legði landsstýrið aftur avgjald á oljuna, og síðani hevur Sev so líðandi minkað avslátturin. Sambært Sev kostar oljuavgjaldið felagnum meira enn 60 milliónir krónur um árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



