Útbyggingin av samferðslukervinum vísir greitt, hvat røtt politisk raðfesting kann gera. Við Sandoyartunlinum hava vit latið upp fyri nýggjum møguleikum til búseting, vinnu og lív í Sandoynni. Somu gongd síggja vit í sunnaru bygdunum á Skálafjørðinum, á Strondum og á Toftum/Nesi, har betri samband hevur gjørt økið meira livandi og atkomiligt.
Hetta er eingin tilvild. Tað er úrslitið av politiskum avgerðum, har samferðsla verður raðfest sum ein íløga í menning – ikki ein útreiðsla.
Júst tí havi eg eina greiða støðu: Tá ið avgerðir verða tiknar í Norðstreymoy, har ið eg komi frá, skulu tær í mest møguligan mun gagna øllum økinum. Íløgurnar mugu verða raðfestar soleiðis, at tær skapa virði fyri fleiri – ikki bara fyri fá.
Samstundis mugu vit ongantíð gloyma trygdina. Vegirnir skulu ikki bara vera skjótir – teir skulu vera tryggir.
Eitt dømi er vegurin til Tjørnuvíkar, sum í dag ikki lýkur krøvini til eina trygga og tíðarhóskandi farleið. Her er ein tunnil ein natúrlig og neyðug loysn, sum bæði kann betra um trygdina og gera gerandisdagin lættari hjá teimum, ið búgva og ferðast í økinum.
Sjálvandi skal Suðuroyggin eisini raðfestast. Tíðin er komin til at seta ferð á og fara undir tunnilsverkætlanina – skjótast gjørligt. Skal alt landið mennast, mugu vit eisini tryggja, at Suðuroyggin fær eitt fast og álítandi samband við restina av landinum.
Eitt javnt og rættvíst býti av íløgum, við greiðum denti á trygd, er ein politisk fortreyt fyri sterkum samanhangi og burðardyggum vøkstri í øllum landinum.
Tí er boðskapurin greiður: Vit skulu halda fram við at menna samferðsluna – bæði fyri at skapa menning og fyri trygd – og gera tað við ábyrgd, langtíðarhugsan og við atliti at øllum økjum.
X við Fróða Hammer
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



