Hagstovan: Innflutt varð fyri nærum 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mars 2025 til februar 2026. Tað eru góðar 712 milliónir krónur, ella 6,9 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkunum "brennievni og aðrar oljur" og "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin meira enn 260 milliónir krónur, ella 11,3 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 307 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



