Iranskir almennir miðlar avsanna, at landsins leiðarar hava tosað við amerikanska forsetan, Donald Trump, skrivar NRK.
Fráboðanin kemur eftir at Trump mikukvøldið segði við Fox News, at hann hevði tosað beinleiðis við iranar.
Trump segði, at teir bóðu hann steðga amerikansku álopinum.
Hesum avsannar ein høgur iranskur leiðari nú fullkomiliga, skrivar tíðindastovan Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



