Bæði í Bahrain og Kuvait frættist frá iranskum dronuálopum síðstu nátt.
Verjurakettir hava skotið allar dronurnar niður, og lítil ella ongin skaði er hendur.
Samstundis hevur USA skotið niður fýra iranskar dronur, sum vóru á veg ímóti Hormussundinum., og lopið á tvær radarstøðir í Iran.
Iranska kollveltingarhirðan hevur sambært Reuters upplýst, at álopini eru svar uppá amerikansk álop á Iran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



