Iran hóttir við at steingja Hormuzsundið, um USA heldur fram við stongslinum.
Tað sigur embætismaður við iransku tíðindastovuna Fars. Tíðindastovan verður mett at hava tætt tilknýti til Kollveltingarhirðina, skrivar norska TV2.
Útsøgnin er í stórari andsøgn við tað, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, segði fyrr í dag, at Iran hevur lovað ongantíð at stongja Hormuzsundið aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



