Varaforsetin JD Vance er júst komin við Air Force 2 frá miseydnaðum samráðingum við Iran í Pakistan, tá hann setur seg í ein brúnan leðurstól í liberala studentabýnum Athen í svingstatinum Georgia.
Hann sigur seg vera vaknan av nógva kaffinum. Men hann sær út at vera klárur við sínum boðskapi.
– Iran kann ikki hava kjarnorkuvápn, og beint nú samráðast vit um at tryggja okkum, at tað ikki hendir, sigur J. D. Vance um, hví USA hevur lopið á Iran saman við Ísrael.
Hockey-arenan, sum felagsskapurin Turning Point hevur leigað til høvið, rúmar 8.500 áskoðarum, men uppmøtingin er einki at reypa av.
Turning Point USA seems to have misestimated crowd size for Vance. Akins Ford Arena less than 25% filled for the vice president. pic.twitter.com/K2SnkmuATh
— Jake Traylor (@jake__traylor) April 14, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



