Umframt sjálvt kríggið í Gaza og aðrastaðni arbeiða ísraelsku fregnartænasturnar hvønn dag við at finna og eyðmerkja øll sum vóru við í álopinum. Endamálið er at beina fyri teimum ella handtaka tey.
The Wall Street Journal skrivar, at listin upprunaliga taldi fleiri túsund nøvn, men við tíðini eru fleiri 100 strikað, tí tey eru funnin. Seinasti er maðurin sum koyrdi bulldosaran sum oyðilegði hegnið millum Gaza og Ísrael, so yvirgangskropparnir sluppu um markið.
Militantu islamistarnir filmaðu sjálvir illgerðirnar, og hesar upptøkurnar verða brúktar umframt nógv annað tilfar, eitt nú telefonavlurting og data frá telefonmastrum sum vísa, hvar ávísir persónar vóru til ávísa tíð.
Fyri at koma á listan skulu minst tvey prógv vera fyri, at viðkomandi veruliga tók lut í álopunum, siga bæði fyrrverandi og núverandi starvsfólk í Shin Bet, sum er ein av ísraelsku fregnartænastunum við The Wall Street Journal.
Átakið verður nevnt eitt tað tøkniliga mest framkomna í allari krígssøguni. Tað verður eisini samanborið við tað sum hendi eftir álopið sum yvirgangsfelagsskapurin Svarti September framdi ímóti Ísrael undir Olympisku Leikunum í München 1972. Tá vórðu 11 ísraelsk ítróttarfólk myrd, og Ísrael jagstraði í áravís tey seku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



